Tubbaksfyritøka sýtir fyri at rinda endurgjald

Stóra amerikanska tubbaksfyritøkan Philip Morris er dømd at rinda roykjarum risastórt endurgjald, men fyritøkan leggur nú dómin fyri hægri rætt.

Philip Morris bað í gjár dómaran Nicholas Byron í statinum Illinois broyta dómin, sum krevur, at fyritøkan skal rinda fólki, sum hava fingið skaða av royking, endurgjald. Í øðrum lagi krevur fyritøkan, at endurgjaldið verður lækkað.

Í rættinum varð fyritøkan dømd at rinda saksøkjarunum góðar 50 milliardir krónur í endurgjaldi og myndugleikunum aðrar 20 milliardir krónur í bót.

Í úrskurðinum segði rætturin, at tað var villleiðandi, tá fyritøkan setti orðið "light" uttan á sigarettpakkarnar, tí tað fekk roykjararnar at halda, at hesar sigarettirnar eru minni heilsuskaðiligar enn aðrar sigarettir. Philip Morris vil ikki góðtaka hesa áskoðanina.

Tað er ikki bara í Illinois, at Philip Morris er dømt at rinda endurgjald. Fyritøkan hevur fingið tilsvarandi dóm í Florida og Kalifornia.