Mitt í nítiárunum vórðu tey fyrstu sakarmálini førd ímóti tubbaksframleiðarum í USA. Teir vórðu ákærdir fyri ikki at hava sagt allan sannleikan um eiturevnini í tubbaki og teir vandar, sum standast av at roykja. Heldur ikki hava framleiðararnir ta røttu vørulýsingina á sigarettpakkunum.
Hetta hevur fingið bæði tað almenna heilsuverkið í teimum ymisku statunum í USA og privatpersónar at saksøkja tubbaksframleiðarar.
Í 1998 skuldu tubbaksframleiðarar í USA gjalda tí almenna 1320 milliardir krónur. Hesin peningurin skuldi fara til útreiðslur hjá heilsuverkinum, sum standast av royking. Hetta var tó bara tað ovasta av ísfjallinum, tí seinni hava privatpersónar, sum hava fingið varandi mein av at roykja, lagt sak ímóti tubbaksframleiðarunum - og hava eisini vunnið.
Í summar endaði eitt rættarmál í Florida í USA, har privatpersónar saksøktu tubbaksídnaðin fyri ikki at veita rættar upplýsingar um sína framleiðslu. Rættarmálið vardi í fleiri ár, og fleiri enn hundrað vitni vórðu avhoyrd í málinum.
Endin var tann, at tubbaksframleiðararnir skuldu gjalda roykjarum í Florida metstór endurgjøld, sum ongantíð hava verið at sæð nakrastaðni áður.
Tubbak er væl kannað
Undir rættarmálinum førdi tubbaksídnaðurin fram, at einki er so væl kannað og staðfest, sum at royking og tubbak eru sera vandamikil og heilsuskaðilig. Tí skuldi eingin góð umbering verið hjá nøkrum at roykja, tí øll vita um hetta.
Læknar og vísindamenn hava kannað tubbak í eitt mannaminni, og lond hava brúkt nógvar milliardir til vísindaligar kanningar, søgdu framleiðararnir eisini undir rættarmálinum.
Hinvegin er tað nú prógvað, at framleiðararnir hava vitað um misvísandi upplýsingarnar á pakkunum síðani fyrst í sjeytiárunum, men hava valt ikki at gera nakað við málið. Hetta er nú komið teimum aftur um brekku, og teir eru dømdir at gjalda stór endurgjøld.
Skeivar mátingar
Nú hevur henda anti-tubbaks bylgjan breitt seg til okkara leiðir, og bæði í Onglandi og í Norðurlondum eru tubbaksframleiðararnir illa sperdir í hesum døgum.
Orsøkin, til at tubbaksframleiðararnir eru komnir so illa fyri er, at vørulýsingin í næstan øll hesi árini hevur verið skeiv. Hetta hava framleiðararnir gjørt tilvitað, sjálvt um teir fyri langari tíð síðani hava varnast skeivleikan.
Serfrøðingar siga, at upplýsingarnar á pakkunum eru beinleiðis misvísandi. Mongdin av eiturevnum í Prince, Look, Cecil og King´s, sum eru væl kend merki her á landi, er væl hægri enn tað, ið stendur á pakkunum.
Hesir skeivleikar eru komnir av at mátin, sum tubbaksfyritøkurnar hava brúkt at máta innihaldið av eiturevnum, ikki gevur eina rætta mynd av tí veruliga innihaldinum í sigarettunum.
Í løtuni verða eiturevnini í eini sigarett máta, við at ein maskina roykir sigarettina, og so sæst hvussu stórar mongdirnar av eiturevnum eru. Trupulleikin er bara tann, at maskinan ikki tekur eins nógvar guvur og ein vanligur roykjari, og tí eru ávísingarnar á einum sigarettpakka ikki rættar, men villeiða hinvegin forbrúkaran.
Eisini verða nógv íblandingarevni latin í tubbakið og sigarettpappírið, sum gera, at enn meira nikotin verður andað inn.
Tí er innahaldið av nikotini og tjøru í veruleikanum tvær til tríggjar ferðir størri, enn ávísingin á pakkunum sigur. Í teimum veikaru sløgunum av sigarettum er munurin enn størri. Um roykt verður nógv av eini veikari sigarett, kann ein roykjari fáa 30 ferðir so nógv eiturevni niður í seg, enn upplýst er á pakkanum.
Alt hetta hava framleiðararnir vitað, men hava einki gjørt við tað.
Listin almannakunngjørdur
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein tubbaksframleiðari almannakunngjørt ein lista, har øll íblandingarevnini umframt tubbakið, sum finnast í eini sigarett, standa.
37 ymisk íblandingarevni eru á listanum, sum Skandinavisk Tobakskompagni hevur latið úr hondum.
Hesin listin verður tó fyri lemjandi atfinningum, tí at listin setir fleiri spurningar, enn hann gevur svar. Tað er greitt, at nógv fleiri íblandingarevni verða brúkt, enn listin ber boð um.
Tað kemst tó ikki uttanum, at Skandinavisk Tobakskompagni, sum hevur 97% av danska marknaðinum, tilvitað hevur sett villeiðandi upplýsingar á pakkarnar.
Tískil er væntandi, at tubbaksframleiðarar í Norðurlondum eisini verða saksøktir av privatum og tí almenna, sum vit hava sæð í USA.
Roykjarar eru bíligari
Útrokningar, sum eru gjørdar í Hollandi, vísa, at ein roykjari er umleið 15% bíligari í heilsuútreiðslum, men tað er tí teir doyggja skjótari og kosta harvið ikki so nógv.
Danska heilsuverkið geldur 5,5 milliardir krónur um árið til sjúklingar, sum hava fingið mein av royking. Danski statskassin fær hinvegin 10 milliardir krónur um árið í avgjøldum frá tubbaki.
Hesi tøl fara tó neyvan at forða dønum í at saksøkja tubbaksframleiðarar, tí at teir hava givið sínum forbrúkarum villeiðandi upplýsingar um sína vøru, og tað er ólógligt.artænastan, sum hava havt beinleiðis arbeiðsuppgávur av kanningarvirkseminum.
Nú verður annarleiðis, tí nú verða nógvir myndugleikar onkursvegna við í fyrisitingini. Her kunnu nevnast uppgávur sum arbeiðsloyvi, umhvørvisgóðkenningar, radio- og fjarskiftis-loyvi, góðkenningar á heilsuøkinum o.s.fr.
- Tað er mín vón og ? við tilbúgvingarverkætlanini í huga ? so vænti eg eisini, at umsitingin fær í lag eitt dygdargott samstarv, soleiðis at myndugleika- uppgávurnar í sambandi við oljuleitingina verða greiddar til fulnar.
Samstarvspartar ikki mótpartar
Eyðun Elttør segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mótpartar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað passar teimum, oyðileggja okkara náttúru, mentan, vinnumynstur, og fara avstað við okkara ríkidømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi.
- Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast við at síggja oljufeløgini sum okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil og vera ein tryggur og sannførandi samstarvspartur hjá oljufeløgunum, eins og øllum øðrum viðkomandi pørtum í hesi umfatandi vinnu segði hann og vísti á, at í veruleikanum eru oljufeløgini í nógvum lutum fult so nógv okkara samstarvsfelagi sum okkara mótpartur. Tey verða stýrd og mannað av menniskjum av kjøti og blóði, sum eins og vit hava alsk og virðing fyri náttúru og mentanarligum virðum, og sum har afturat kunnu veita okkum eina vitan og kunnleika, sum vit kunnu fáa stórt gagn av.
Ein grundleggjandi munur millum forkanningar-skeiðið og leitiskeiðið er, at leitiloyvini, sum í dag fyri fyrstu ferð verða latin, geva feløgunum nakað í býti fyri leitiskyldurnar, nevniliga rættin til tey kolvetni, sum vónandi eru at finna í undirgrundini á teimum veittu loyvisøkjunum.Og hetta avspeglar eisini tann grundleggjandi felags áhugan vit hava við feløgini at troyta tað oljuríkidømi, sum møguliga fjalir seg í okkara undirgrund.
-Tað sigur seg sjálvt, segði landsstýrismaðurin víðari, at báðir partar hvør í sínum lagi ynskja at ogna sær sjálvum ein so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuvirkseminum. Men um treytirnar ikki verða gjørdar í virðing fyri áhugamálunum hjá báðum pørtum, spyrst neyvan nakað gott burturúr í seinasta enda.
Samstarvið er longu byrjað. Ikki bert millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini, men á so nógvum økjum. Á vinnuøkinum, á útbúgvingar-økinum og á granskingarøkinum, har samstarv er millum oljufeløgini og føroyskar kanningastovnar, einamest á náttúru- og umhvørvisøkinum.
Alt hetta tekur støði í ætlaða oljuvirkseminum, men samstundis kastar tað av sær vitan og kunnleika og hjálpir til at seta í verk tiltøk, sum eru samfelagnum at gagni í so nógvar aðrar mátar.
Talan er tí um eina nýggja og umfatandi vinnugrein, sum so sanniliga setur okkum stórar avbjóðingar, men sum samstundis kann verða við til at menna okkara samfelag, vinnuliga, mentanarliga og búskaparliga. Oljufeløgini skulu vita, at vit seta teimum krøv, men at vit samstundis ynskja teimum vælkomnum til eitt vónandi langt og mennandi samstarv til gagns fyri báðar partar.
Loyvistilgongdin
Tá freistin at søkja um leitiloyvi var úti 17. mai, høvdu 17 oljufeløg, skipað í 8 umsóknarbólkar, søkt um tilsamans 22 loyvi. Ein umsókn er seinni tikin aftur. -Tað er einki dulsmál, at stór umskaring hevur verið millum umsóknirnar, serliga í lands-synningshorninum á føroyska landgrunninum. Harafturat hava nakrar umsóknir verið soleiðis skipaðar, at umsøkjarin bara vildi átaka sær leitiskyldur í ávísum øki, um hann eisin fekk tillutað annað øki segði Eyðun Elttør og legði dent á, at teir høvdu helst viljað gingið umsóknum frá øllum umsøkjarunum á møti, soleiðis at fleiri verða um at lyfta byrðuna, tá oljuleitingin verður flutt longri inn á landgrunnin, har basaltfláirnar eru tjúkkari og avbjóðingarnar verða somikið størri.
- Tað hevur kortini ikki verið møguligt at býta fáu basaltfríu teigarnar soleiðis, at allir umsøkjarar kunnu fáa ein part. Harða kappingin um teigarnar í landssynningshorninum hevur eisini havt við sær, at eingin umsøkjari hevur fingið alt tað, ið hann hevði søkt um. Vit hava roynt at hildið eina javnvág ímillum ynski um flest møguligar boringar og tað ikki at krevja fleiri boringar enn jarðfrøðin í økinum krevur.
Endaliga úrslitið er, at fýra 6-ára loyvi við skyldum at gera leitiboringar verða givin í landssynningshorninum. Hetta gevur tilsamans 8 leitiboringar komandi árini. Harafturat verða givin trý 9-ára loyvi við skyldum at gera ymiskar fyrireikandi kanningar, men ikki leitiboringar.
Landsstýrismaðurin takkaði at enda teimum umsøkjarunum, sum ikki høvdu eydnuna við sær í hesum umfarinum, fyri arbeiðið, sum teir hava lagt í virksemið á føroyska landgrunninum higartil. -Tað er mín vón, at hesi feløgini hava hug at royna seg aftur í seinni umførum. Samstundis fari eg at ynskja okkara komandi loyvishavarum til lukku við loyvunum og góða eydnu við leitingini. Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv komandi árini.










