Kvinnuligi yrkjarin Tua Forsström er fødd í 1947 í Borgå. Hon er millum kendastu finsku rithøvundarnar nú á døgum og hevur fingið nógvar virðislønir fyri sín skaldskap, teirra millum Edith Södergran virðislønina í 1988, Pro Finlandia heiðursmerkið í 1991, Finlandsvirðislønina hjá Svenska Akademinum 1992. Svenska Akademiið heiðraði hana aftur í 2003, tá hon fekk Bellman virðislønina, ið verður latin framúrskarandi svenskum skaldum, hetta hóast Tua Forsström er finsk (finlandssvensk). Eins og Edith Södergran skrivar hon á svenskum.
Í 1998 fekk hon bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Efter at ha tilbringat en natt med hästar. Í síni grundgeving segði ráðið, at verkið er ”eitt marggrundað yrkingasavn við lindum av skemti og sorg. Tað er væl samantvunnið í evni sínum, musikalskt og við sterkari nærveru í núinum.”
Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 10. mai kl. 19.30.
Tað er Rithøvundafelagið, sum saman við Norðurlandahúsinum, hevur boðið kenda finska skaldinum til Føroya.










