Tú fært eitt tíðindaskriv

Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarp Føroya, hevur enn onga viðmerking til nýggjárssendingina. - Tú fært eitt tíðindaskriv seinni í dag, sigur hann

Tann 31. desember í fjør var nógv umrødda og útskeldaða nýggjárssendingin, sum Fjølvinna gjørdi fyri Kringvarp Føroya send. Í dag, 15 dagar seinni, vil formaðurin í stýrinum fyri Kringvarpið, Rúni Heinesen, framvegis ikki gera nakrar viðmerkingar til sendingina.


Hann váttar, at Kringvarpsstýrið hevði ein fund í gjár, og at nýggjárssendingin var eitt av málunum, sum vóru á skránni. Men hann ynskir ikki at koma inná, hvat varð sagt og hvør niðurstøðan av fundinum var.


- Tú fært eitt tíðindaskriv seinni, sigur Rúni Heinesen, sum so at siga einki hevur sagt, um sera nógv umrøddu sendingina, ið millum annað fekk Dia Midjord, stjóra í Kringvarpinum, at gera greitt, at hatta verður ikki gjørt aftur.


- Samskipanin sveik og hesin leistur við eini nýggjársending, verður ikki royndur aftur, hevur Dia Midjord sagt um sendingina.


Tað mest í tøkiliga, sum Rúni Heinesen higartil hevur sagt, er, at ymsu partarnir í sendingini vóru blandaðir ov nógv saman.


- Tað var ikki nóg greitt skott millum undirhalds- og aktualitetspartin, segði Rúni Heinesen tann 10. januar.


Les eisini Rúni ósamdur við Dia


Henda útsøgn stóð í beinari andsøgn við tað, Dia Midjord førdi fram í skrivi sent miðlunum. Í hesum skrivi ger Dia Midjord millum annað greitt, at sáttmálin millum sp.f. Fjølvinna og Kringvarp Føroya segði, at greitt mark skuldi vera ímillum aktualitetspartin og undirhaldspartin, og at stuðulsavtalur ikki skuldu koma til sjóndar í aktualitetspartinum.

»Eftir okkara tykki var greitt mark millum hesar partar í sendingini, og stuðulsavtalur komu ikki til sjóndar í aktualitetspartinum«, stendur at lesa í skrivinum frá Dia Midjord.


Les eisini Hetta royna vit ikki aftur


Rúni Heinesen kundi tann 10. januar ikki nágreina, hvat hann meinti við, tá hann segði, at skottið millum undirhalds- og aktualitetspartin ikki var nóg greitt. Tað vil hann heldur ikki í dag, tá vit tosa við hann.


 

- Tú fært eitt tíðindaskriv seinni í dag, er einasta viðmerkingin frá Rúna Heinesen. Hetta 15 dagar eftir, at sendingin varð send.