-Tað rætta er, at vit senda New Gingrich upp á mánan og Mitt Romney í Hvítu Húsini.
Tað segði fyrrverandi republikanska forsetavalevnið John McCain í einari sjónvarpssamrøðu í gjár. Mc Cain hevur kunngjørt, at hann styðjar Mitt Romney, og hann var hjástaddur, tá Romney hevði veljarafund í Lakeland í Florida í gjárkvøldið. Á fundinum duldi McCain heldur ikki fyri, at hann heldur lítið um Gingrich, hóast teir eru floksfelagar.
Tær seinastu meiningakanningarnar siga, at Mitt Romney fer at vinna uppstillingarvalið í Flordia, sum verður tann 31. januar. Hann fær ætlandi umleið 38 prosent av atkvøðunum, og Gingrich fær ætlandi um 29 prosent.