Ættleidd hittast í Havn

Við hugna, grill og góðum tónleiki frá Lady Fire, skipar Ættleiðingarfelagið fyri ungdómstiltaki í Miðlagarðinum í Vágsbotni

Endamálið við tiltakinum er at geva ungum ættleiddum møguleikan at møtast og koma at kenna hvønn annan. Hetta er fyrstu ferð Ættleiðingarfelagið skipar fyri tiltaki fyri einans ungum og er setningurin júst hesin, null foreldur og null børn, hetta er fyri ung fólk.

- So kennir tú teg ungan og er ættleiddur, tak so ein vin við og kom oman í Vágsbotn og heilsa upp á onnur ung komandi mánadag, sigur Ættleiðingarfelagið í tíðindaskrivi.

Tiltakið verður mánadagin 1. juni 2009 í Miðlagarðinum og byrjar klokkan 18:00. Tað er ókeypis og til ber at melda seg við at senda mail til post@aettleiding.fo

Kiwanis stuðlar tiltakinum