Ymisk tíðindi ganga í ensku miðlunum um skaðan, sum Sergio Agüero fekk í dystinum móti Southampton sunnudagin.
24 ára gamli argentinin varð borin av vølli longu efti rátta minuttum eftir ein samanbrest við Nathaniel Clyne.
Sjálvur sigur Agüero á twitter, at talan var um ein harðan brest, men at hann ikki hevði fingið nakað álvarsligt mein.
Hetta sambært BBC Sports, men onnur bløð, eitt nú Daily Express, sigur, at Agüero kanska ikki spælir aftur hetta kappingarárið. Aðrar heimasíður tosa um ein mánað, og undir øllum umstøðum tykist Roberto Manchini íðin eftir at fáa hendur á einum nýggjum áleypara, áðrenn skiftisgluggin letur aftur.