– Tey gera ongan skaða, og ongin fær ilt av teimum. Men eg eri mangan bangin fyri teimum, tí her er einki skipað tilboð. Tey koma bara til bygdina og fara har, tey hava hug. Tað sigur Rói Matras Absalonsen, bóndi á Viðareiði, um nógvu ferðafólkini, ið koma til norðastu bygd í Føroyum, ið er kend fyri sína vøkru náttúru.
Sjálvur býr Rói Matras Absalonsen ovast uppi við Garð, ið er býlingurin har fólk vanliga byrja ferðina niðan á Villingadalsfjall, haðani tey ganga út á Enniberg. Av tí sama hittir hann eisini nógv av teimum útlendsku ferðafólkunum, ið hava hug at ganga sær ein túr í hagan.
- Her koma øgiliga nógv ferðafólk. Um onkur okkara er her, so spyrja tey um veg, men tað kemur meira enn so fyri, at tey fara uttan at spyrja nakran. Ofta er tað eisini við lítlum og ongum skili, tey ganga í haganum. Teg fara uttan telefon, í keðiligum veðri og illa klødd, sigur Rói Matras Absalonsen, ið vísir á, at tað kann vera vandamikið.
- Uttan telefon fáa tey ikki boðað nøkrum frá, um tey koma illa fyri. Eitt dømi var í summar, tá ein dani fór einsamallur niðan í hagan. Hann kom illa fyri og breyt beinið. Tíbetur hevði viðkomandi ein telefon upp á sær, so hann fekk ringt eftir hjálp. Men fleiri, sum eg møti, hava onga telefon uppi á sær, sigur Rói Matras Absalonsen.
Harumframt er tað ein trupulleiki fyri ferðafólk, at tað ikki altíð er so lætt at finna tær vøkru føroysku náttúruperlurnar.
Niðan á Villingadalsfjall hevur bóndin Esmar Sørensen sett nakrar bláar pelar, so at tað er lætt at finna veg, men út á Enniberg eru bara varðar, ið vísa leiðina. Teir eru verri at fylgja, tí teir síggjast ikki altíð líka væl. Harumframt kenna ferðafólk ikki til teir, so mangan eru tey í haganum í fleiri tímar uttan nakrantíð at hava verið úti á Ennibergi, tí tey funnu ikki leiðina, sigur Rói Matras Absalonsen.
Sjálvur metir Rói Matras Absalonsen, at tað hevði verið skilagott við eini skipan, ið hevði álagt útlendingum at rindað fyri at ganga í føroysku náttúruni. Bæði fyri teirra egnu trygd og uppliving, men eisini fyri lokala búskapin.
- Vit vilja hava ferðafólk til landið, so vit tjena pengar, men vit duga ikki nóg væl at taka pengar fyri. Her koma tíggjutúsundatals ferðafólk hvørt ár, men tey lata næstan ongan penging eftir seg í bygdini, sigur Rói Matras Absalonsen og heldur fram.
- Strangt tikið hevur man ikki lov at ganga í haganum uttan loyvi frá bóndanum. Tað er í ordan, at føroyingar ikki gera tað, men vit kundu álagt útlendingum at rindað 100-200 krónur fyri ein túr við einum staðkendum persóni, sigur Rói Matras Absalonsen.
- Tað hevði eisini verið betri fyri tey, tí ein staðkendur kann greiða teimum frá gøtuni tey ganga á, frá fjallinum tey eru á og vísa teimum tey vøkru støðini á leiðini. Tey høvdu fingið eina nógv betri uppliving.
Við eini slíkari skipan, so nýtast kommunurnar og landið nevniliga ikki at hugsa um trygdina. Tá hevði tað verið ferðaleiðarin, ið boðaði ferðafólkunum frá, um tey ikki eru nóg væl klødd at ganga í haganum. Soleiðis hevði hann staðið fyri trygdini.










