Gestir í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag vóru B36-arnir, Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson, sum báðir spæla sín seinasta dyst á hægsta støði í morgin, tá B36 tekur ímóti TB á seinasta leikdegi.
Nomið var við eitt spennandi tíðarskeið hjá báðum spælarunum í føroyskum toppfótbólti. Jákup á Borg iðrar seg tó um, at hann ikki satsaði meir, tá hann var á ungum árum, og var uttanlands, og royndi seg í bæði Liverpool og í Odense.
Tróndur Arge bað eisini Jákup og Hanus um eitt boð uppá hvør er mest sannlíki føroyameistarin, Víkingur ella KÍ. Tróndur Arge spurdi eisini Jákup og Hanus um aktuelu støðina í HB. Báðir hava eina fortíð í HB.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson høvdu at bera fram í fótbóltspanelinum hjá Rás2 í dag.