Óttast fyri borgarakríggi í Irak

Amerikanskir generalar stúra fyri, at ófriðurin í Irak kann enda við einum borgarakríggi.


Amerikanska stjórnin hevur leingi víst aftur øllum spádómum um, at ófriðurin í Irak kann enda við borgarakríggi, men nú kemur sami spádómur frá tveimum av teimum ovastu amerikonsku generalunum.

Í einari frágreiðing til Kongressina skriva generalurin John Abizaid, at eydnast tað ikki irakska stjórnarherinum og teimum útlendsku herdeildunum at fáa tamarhald á støðuni, kann ófriðurin enda við borgarakríggi millum shiamuslimar og sunnumuslimar. John Abizaid er ikki hvør sum helst, tí hann er ovasti amerikanski herleiðari í Miðeystri.

Generalurin Peter Pace, sum er í herleiðsluni í Pentagon, skrivar í sínari frágreiðing til Kongressina, at teir útlendsku hermenninir kunnu ikki forða fyri borgarakríggi í Irak. Tað kunnu einans irakar sjálvir, skrivar hann.