Óttast dopingveitslu

Svenski IOC-limurin, Arne Lungqvist óttast, at talan verður um doping-veitslu, tá Russland í 2014 skal hýsa vetrar-OL. Fýra ferðir á IOC-fundinnum herfyri spurdi hann, um lokalu myndugleikarnir vilja samstarva kring doping-royndirnar, men hóast hann fekk eitt ja hvørja ferð, er hetta ikki nóg mikið. – Tað er eingin ivi um, at tað skal bera til at máta dopingstríðið, og tað nyttar ikki, at vit halda OL í einum landi, har lóggávan mótvegis doping er so lin, sum hon er í Russlandi, sigur Arne Ljungqvist millum annað við danska Ekstra-Blaðið.