Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur, at hann er sera skuffaður av fiskivinnunýskipanaruppskotinum, sum er til viðgerðar í tinginum í dag.
- Uppskotið letur upp fyri spekulatión frá teimum, sum hava rættindini og eiga skipini, sigur hann.
Serstakliga óttast hann, at rættindahavararnir fara at skipa egin manningarfeløg fyri at sleppa uttan um sáttmálarnar hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Føroya Fiskimannafelag.
- Lógin sigur einans, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning skulu vera staðfest í skriviligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sigur Annfinnur Garðalíð.
- Eg skuldi ynskt, at verandi manningarfeløg vóru nevnd positivt í lógini, tí sum hon er orðað nú, loyvir hon, at onnur manningarfeløg verða sett á stovn, sum hava aðrar sáttmálar í gildi, sigur hann.
Hann greiðir frá, at sum nú er, hava manningarfeløgini ein sáttmála við Reiðarafelagið, har reiðararnir eru limir. Í nýggju lógini verður skilnaður settur millum rættindahavaran og ábyrgdaran ella eigaran av fiskifarinum.
- Sum nú er, er veiðiloyvi knýtt at skipinum og okkara sáttmáli knýttur at tí. Nú verður veiðiloyvi strikað, og ein rættindahavari komin í staðin, men hvønn skulu vit samráðast við, spyr Annfinnur Garðalíð.
- Broytingin, sum samgongan nú skjýtur upp, er betri enn upprunaliga uppskotið, men framvegis ikki nóg gott. Eg vildi sum sagt fegin, at verandi manningarfeløg vóru nevnd, fyri at fyribyrgja, at rættindahavarar finna upp á at gera egin manningarfeløg, sigur hann.