Átta vikur longri í barnsburðarfarloyvi

Tjóðveldi hevur nú lagt fyri tingið uppskot um nýggja barsilsskipan, har farloyvið við løn verður longt við átta vikum, úr 34 upp í 42 vikur, umframt at lagt verður upp til smidligari skipan.

Tað eru Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, sum vegna Tjóðveldi hava lagt uppskotið um nýggju skipanina fram, og tær báðar eru nú við okkum í rásarúminum.

Í høvuðsheitum verður broytingin, at lønta barsilskvotan verður longd átta vikur, úr í mesta lagi 34 uppí í mesta lagi 42 vikur við løn.

Partur av farloyvinum aftan á 14 vikur, kann skipast sum barsilskvota yvir longri tíðarskeið – í mesta lagi 104 vikur.

Familjan ger sjálv av, hvussu hon setir kvotuna saman, og býtir ímillum mammu og pápa, men barsilskvota aftaná 52 vikur krevur avtalu við arbeiðsgevara.

Foreldur, sum fáa tvíburðar, tríburðar o.s.fr, fáa fýra vikur eyka fyri hvørt barnið og støk foreldur fáa fulla kvotu, ella 42 vikur, við løn.

Fyri foreldur sum ættleiða, verður skipanin longd samsvarandi.

Niðanfyri ber til at hoyra tær báðar tingkvinnurnar fyri Tjóðveldi, Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen, greiða frá endamálinum við nýggja uppskotinum.