Gíslatøka
Árni Joensen:
Síðani russiskir hermenn lupu á keksnsku gíslarænararnar í leikhúsinum í Moskva, hevur dúgliga verið gitt, hvussu mong fólk doyðu av gassinum, sum hermenninir sprændu inn í leikhúsið.
Í gjár kunngjørdu russisku myndugleikarnir so, at 128 fólk doyðu. Samstundis vórðu tey 128 nøvnini almannakunngjørd. Av teimum eru 120 russisk nøvn. Teir átta útlendingarnir, sum doyðu, vóru úr USA, Niðurlondum, Eysturríki, Ukraina, Hvítarusslandi og úr Kasakhstan.
Úr Moskva frættist, at umleið 100 av gíslunum liggja framvegis á sjúkrahúsi, og at seks teirra eru í lívsvanda. Fleiri hermenn, sum vóru við í álopinum á leikhúsið, fáa eisini viðgerð.