Í morgin klokkan 17 verður tann stóra føroyameistarakappingin um at gerast Føroya sterkasti maður 2011, har átta mans fara at dystast í átta greinum í ítróttarhøllini á Hálsi. Teir, sum bjóða seg til hesa ferð, eru bæði royndir og óroyndir menn frá hesum høpi. Tveir, ið hava drúgvar royndir, eru Jákup Suni Berg, Bogi Hammer, Heini Hátún, Johnfinn Hentze, Herman M. Hermansen, Bjarni Joensen, Bárður Poulsen og Finnur Poulsen.
? Tað vanliga er, at allir venja saman, og hesa ferð hava fimm av okkum fyrireikað seg saman í Føroyum og hinir tríggir hava vant saman niðri, sigur Bogi Hammer, ið bæði er fyrireikari og ein av teimum átta, ið kappast.
? Upp á tann mátan kunnu vit bæði eggja hvørjum øðrum til, samstundis sum vit síggja, hvar vit mugu spíla okkum meira út. Her er sera gott samanhald, so felags venjing og fyrireiking fellur okkum heilt náttúrligt.
Umframt sjálva kappingina, ið væntandi verður minst líka hørð, sum hon hevur verið tær undanfarnu ferðirnar, verður eisini okkurt til undirhalds í steðginum, tí tá fer Jens Marni Hansen at syngja.
Kappingargreinarnar:
1. Lyfta sum mest í bonkpressi, byrja við 140 kilo
2. Halda tveimum bobbensum, ið viga 150 kilo hvørt, sum longst
3. Ganga sum skjótast við einum 200 kilo loddi fýra metrar og síðani upp seks trapputrin, ið hvørt er 30 sentimetrar
4. Lyfta 100 kilo upp um høvd og niður á gólvið millum hvørt lyft, so ofta sum gjørligt í 90 sekund
5. Conan Wheel, sum gongur út uppá at ganga sum longst við 280 kilo tungari byrðu
6. Dead lift, sum byrjar við 240 kilo og verður økt við 10 kilo hvørja ferð, til eingin er eftir