Átta pláss styrkja og menna Havnina

Í uppskotinum, sum Hans Mortensen hevur tikið stig til um Havnina í framtíðina, hava tey serliga hugsað um átta pláss.
Í framløguni, tey løgdu fram mikukvøldið avdúkaðu tey, at tey átta plássini Vestara Bryggja, Skálatrøð, Vágsbotnur, Vaglið, Steinatún, Eystara Bryggja, Áarvegur og Sjónleikarhúsið.
Serliga væl tók áhoyrarafjøldin ímóti ætlanini fyri Áarvegin, har visjónin er at lata Havnará upp og at bróta garðin inn til Amtmansborgina, niður.
Men eisini Vaglið halda tey, eigur at verða broytt við tí endamálið at gera tað til eitt virðiligt og hugaligt býarrúm.
Á vaglinum halda tey, at bilaferðslan eigur at avmarkast. Mylnugøta úr Vágsbotni, niðan í Vaglið, eigur at verða stongd fyri bilar og í staðin skal trapputún gerast av Vaglinum oman í Vágsbotn og sjálvt Vaglið kann fáa ein serligan dám við ljósum av ymsum slagi og hvør veit, kanska kann Vaglið eisini gerast til skoytuvøll um veturin.

Annars er ætlanin at gera parkeringshús í á Eystaru bryggju og á Skálatrøð, við flagtaki, sum verða natúrligt framhald av lendinum.
Á Vestru bryggju hugsa tey sær at gera miðdeplar fyri útbúgving og gransking av ymsum slagi og oljutangarnir skulu flytast og ístaði skulu íbúðir til lesandi og granskarar byggjast har.
Á Eystaru Bryggju síggja tey fyri sær, at Kongabrúgvin og Skansin skulu bindast saman við eini gøtu, so at alt tað grøna yviri við Strond kann halda fram heilt inn til býin.
Les eisini: Tað bleiv ovboðið hjá Hans Mortensen
Les eisini: Hesum taki eg væl ímóti