Átta mánaðir fyri hassjplantasju

Maðurin, sum varð tikin fyri at hava 169 hassjplantur í einum húsum við Norðskála, sleppur at gjalda við átta mánaðum í fongsli. Kvinnan, sum hann heldur saman við, varð dømd fyri medvitkan, men sleppur frá at sita Rættarfundurin um tær nógvu hassjplanturnar, sum ein maður hevði í einum húsum við Norðskála, varð viðgjørt í Føroya rætti í dag, og tgað var ein drúgvur rættarfundur. Fundurin, sum byrjaði klokkan 9.15, var ikki liðugur fyrr enn klokkan 17.15.

Maðurin greiddi frá, at hann varð fluttur til Norðskála, har unnusta hansara hevði leigað hús, fyri at sleppa burtur úr sínum rúsevnisumhvørvi. Men hann hevur í nógv ár verið misnýtari, og fyri at fáa hassj til egna nýtslu bílegði hann fær og neyðugu útgerðina til at dyrka hamp sjálvur.

Hann hevði fingist við hetta virksemi í minst eitt hálvt ár, tá ið politiið ein dag kom og bankaði á dyrnar.

Kvinnan, sum hann meira ella minni hevur búð saman við í nøkur ár, segði seg einki vita um planturnar. At hann roykti hassj, visti hon væl, segði hon.

Henda kvinnan varð ákærd fyri medvitkan, og tað varð hon eisini dømd fyri. Sjálvt um hon ikki hevði luttikið, trúði rætturin ikki, at hon einki visti, og við tað at hon ikki hevði steðgað manninum, var hon samsek.

Hon slapp tó við ongari revsiáseting, men skal bara ansa sær í eitt ár, umframt at hon skal vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini.

Maðurin varð dømdur átta mánaðar í fongsul, og dómurin er bæði fyri hassjplantasjuna, fyri at hava koyrt ávirkaður við ongum koyrikorti, fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya og fyri skjalafalsan og svik.