Tá freistin at søkja starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum var úti í gjár, hevði Heilsu- og innlendismálaráðið fingið átta umsóknir.
Allar átta umsóknirnar eru frá kvinnum, upplýsir Heilsu- og innlendismálaráðið, sum í næstum fer undir setanartilgongdina.
Starvsskeiðið hjá verandi varastjóra Nainu Túgvustein er úti 1. mars 2018. Hon hevur røkt starvið í umleið átta ár, upplýsir Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Turid Arge sigur, at miðað verður eftir at seta starvið í hesum mánaðinum. Starvið verður ikki áramálssett.