Skrivað hevur Andrass F. Joensen
????
Fyrsta páskadag í ár var konfirmatión hildin í Mikladals Kirkju. Tað er langt ímillum tílíkar hátíðarløtur í Mikladali, og nevndi Hans Eiler Hammer, prestur, í talu sínari, at tað vóru 206 ár síðan seinasta konfirmatiónin var í Mikladals Kirkju.
Tó er ikki so langt síðani, sum prestur nevndi, at konfirmatión varð hildin í Mikladals Kirkju, tí sambært Norðoya Kirkjubók 1816-1832, varð konfirmatión hildin í Mikladals Kirkju í 1825, tað vil siga fyri "einans" 180 árum síðan. Um aðrar konfirmatiónir hava verið seinni, veit eg ikki, tí ongar kirkjubøkur eru almennar, fyrr enn tær eru 100 ár ella eldri.
Í breiðari merking hevur tað ikki týdning um talan er um 180 ella 206 ár síðan konfirmatión var í Mikladals Kirkju, men fyri okkum sum fáast við ættargransking, kann hetta hava áhuga, serliga tí nøvnini á teim-um, sum vóru konfirmerað, eru viðkomandi fyri okkum, eftir-komararnar.
Konfirmantar millum 15 og 18 ár
Úr Norðoya Kirkjubók 1816-1832 kunnu vit lesa soljóðandi: "..Paa 22de søndag efter Trinitatis aar 1825 confirmeredes i Mygledals Kirke:
Drenge:
1.Johan Joensen, Trollenæs, 17 aar. .. I tjeneste hos Jacob Johannesen.
Johan Joensen var ættaður úr Norðagøtu. Jacob Johannesen er Jákup úr Uppistovu á Trøllanesi.
2.Johannes Hansen, Mygledal, 16 aar.
Hesin var yngstur av brøðrunum úr Uttarstovu í Mikladali. Hann gekk burtur við Biskupsstøðbátinum 4 ár seinni, einans 20 ára gamal.
3.Joen Joensen, Nordøre, 15 aar.
Hesin var úr Frammistovu á Norðoyri. Hann festi seinni Frammistovu á Norðoyri.
4.Joen Olesen, Gjerdum, 16 aar.
Hesin var úr Norðistovu úr Gerðum. Hann festi seinni Norðistovugarðin í Gerðum.
5.Simon Just Danielsen, af Husum, 15 aar.
Hesin var av Brekkum av Húsum. Hann festi seinni Brekkugarðin á Húsum.
Piger:
6.Malena Simonsdatter, Trollenæs, 15 aar.
Hon var ættað úr Innistovu á Trøllanesi, og giftust inn í Uppistovu á Trøllanesi.
7.Ellen Joensdatter, Mygledal, 15 aar.
Hon var vanliga nevnd Elin, og var dóttir Jógvan Jørgensen á Myrkjanoyri á Biskupstøð, og Elin Magnussen úr Pálstovu í Mikladali. Hon var áttanda barnið av ellivu syskjum.
Hendan Elin Joensdatter giftist inn í Pálstovu við Djóna Samuelsen av Skálatoftum, men maðurin gekk burtur við báti, saman við fimm øðrum á handilsferð til Havnar.
Keldur vísa á, at báturin gekk burtur í hagaleitis-íðuni, suðuri á vík, sunnan fyri Leirvík. Allir seks, ið gingu burtur, vóru í bestu árum, úr 17 til 33 ár.
Djóni Samuelsen, maður Elina Joensdatter, var ein av ommubeiggjunum hjá undirritaða.
Elin Joensdatter giftist uppaftur við Poul Joensen frá Gjógv, og búðu tey í Pálstovu í Mikladali.
8.Maren Fredrikke Hansdatter, af Waaj, 18 aar.
Hon var úr Tunghúsunum, innan úr Vági (Norðuri í Vági), og giftist við Mikkjal í Beiti í Mikladali. Hon gjørdist triðja kona hansara.
Prestur av Fyn
Presturin, ið helt hesa konfirmatión, var helst Søren Sørensen, ið var prestur í Norðoya Sýslu 1817-1831. Um hendan prestin kunnu vit lesa soljóðandi:
"..Søren Sørensen 1817-1831; han var født på Fyn. Ved sin Embedsførelse saavel som ved sine øvrige Forhold vandt han sin hele Menigheds Hjertelighed og Hengivenhed.
Han lever endnu den Dag i Dag efter 30 Aars Forløb i kjerlig og erkendtlig Erindring hos alle, der kjendte ham, og hans Minde vil vistnok vedblive at leve i Menigheden i rum Tid.
Han var i nogen Tid konstitueret Provst; efter 14 Aars Forløb blev han kaldet som Sognepræst til Snoldelev i Sjællands Stift.."
Søren Sørensen var giftur við Else Mathea Petersen. Hon hevði verið gift fyrr, og hevði sonin Rudolf Georg Fog við sær inn í giftuna. Prestur og hon áttu fleiri børn, øll helst fødd í Ónagerði á Viðareiði.
Tá ið Søren Sørensen varð settur í starvið, fekk hann lyfti um at verða fluttur aftur til Danmarkar, um hann legði í, tá ið seks ár vóru farin. Sjálvur steðgaði hann væl longur enn so, eins og vit lesa í tekstinum omanfyri.