Átta føroyskir filmar kappast um virðislønir

Føroyskar virðislønir verður nú lætnar fyri áttandu ferð

 

 

Leygarkvøldið 15. februar verður stórt tiltøk í Norðurlandahúsinum, har átta føroyskir filmar fara at kappast um at fáa virðislønir.

Talan er um virðislønina, Geytan, og áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu, sum verða lætnar bestu føroysku stuttfilmunum í

Norðurlandahúsið sigur, at 20 filmar komu inn til kappingina og av teimum eru átta filmar í uppskoti til at fáa virðislønirnar.

– Eyðkennið fyri filmarnar, sum vóru við í kappingini, er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir, sigur Norðurlandahúsið

– Nú sæst skilliga at filmsvinnan hevur fingið betri umstøður, og at hon nú hevur nøkur ár á baki, leggja tey afturat.

Geytakvøldið byrjar við, at filmurin, Pápar mugu ikki forstýrast, hjá Jónfinn Stenberg, verður vístur

 

Hinir átta filmarnir eru hesir:

1. Við fyrsta eygnabrá hjá Esther á Fjallinum sum er ein songfilmur um Hannu. Hon elskar sítt lív og øll hon hevur rundan um seg. Men tað er eitt hon manglar - tann stóra kærleikan í sínum lívi.

2. Verkir hjá Theresu & Karinu Jákupsdøtur, sum er um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar vórðu fluttar inn á sjúkrahús. Vit hitta kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundan um føðingina.

3. Hví eru vit her? Hjá Búa Dam & Dánjali á Neystabø, sum er ein barnasendirøð um lívsins stóru spurningarnar, bæði deyða, sorg, kærleika, einsemi og vinalag. Í sendirøðini fylgja vit teimum báðum Dánjali og Búa, sum búgva saman í einum risa stórum húsum við nógvum rúmum.

4. Ósøgd orð, sum er gjørdur á Nóllywood, ið er filmsskúli í Nólsoy fyri ung. Hann er um Trygva, sum er fluttur í stórbý, men vendir snútan aftur móti lítlu oynni, har hann fyrr búði, fyri at vitja Hjalmar og systir sína, Ragnhild. Trygvi leggur tó til merkis, at Ragnhild, ið fyrr var ein smæðin bygdargenta, nú er blivin til eina djarva kvinnu.

5. Trøllabeiggi hjá Gudmundi Helmsdal. Filmurin fer fram seinast í 1800 talinum. Røktingarmennirnar Jákup og Pætur, ið eru brøður, hava, lívið á tamb, búleikast á einum garði í einum fjarskotnum dali, langt frá grannabygdini. Eitt myrkt skíggj hongur tó yvir teirra sambandi, og ósøgdu orðini kunnu fáa vanlukkuligar fylgjur.

6. The River hjá Atla Brix Kamban. Tað er ein ferð gjøgnum málningar hjá millum annað William Blake, Gustave Doré, Salvador Dali og Francisco Goya.

7. Smoothie Baby, sum er gjørdur á Nóllywood. Eitt barn fer at gráta. Í fruktskálini eru tríggjar fruktir, ein pera, ein lime og ein súr sitrón. Tey undrast yvir hvat ljóðið er, tí tey hava ikki hoyrt barnið gráta fyrr. So kemur mamman og uggar barnið, so sigur hon, at hon fer at gera ein leskiligan frukt smoothie.

8. Vit/Kenslur, sum er gjørdur á Nóllywood. Hetta er er ein roynd um, hvussu tað er, at tosa um kenslur millum ung í Føroyum. Tað er ein roynd við heilt fýrakantaðum rammum, ið gongur út uppá at seta fýra fremmand ung saman í eitt rúm og kanna, hvussu tey hava tað við at tosa um kenslur.

Hesir átta filmarnir kappast um virðislønina, Geytan, men harumframt fara áskoðararnir hetta kvøldið eisini at velja tann filmin, tey halda vera tann besta.