Kappingin um Norðurlanda Meistaraheitið er í svenska býnum Trollhettan um vikuksiftið. Hetta er ein stór kapping. Ikki færri enn 560 luttakarar kappast í dag og í morgin um meistaraheitið.
Í ár eru 8 føroyskir luttakarar við í kappingini.
Bárður Hentze Lenvig, Dánjal á Krákusteini og Gunnar Magnussen luttaka í kappingini fyri menn undir 21 ár, Sanna Nolsøe Djurhuus og Silja Johannesen kappast við kvinnunum og Edvard Johannesen kappast hjá monnunum.
Harafturat luttaka Búgvi Poulsen og Sigmundur Johansen í kappingini hjá veteranum.
Edvard, Sanna og Silja kappast leygardagin, hini kappast sunnudagin.
Andrias Sumberg er ein av dómarunum í kappingini. Andrias hevur seinnu tíðina nomið sær dómaraútbúgving í Danmark, og hevur hann hesa tíðina dømt fleiri ferðir bæði í Danmark og Suðursvøríki. Hetta er fyrstu ferð hann dømir í altjóða kapping.








