Umleið 150 løgreglumenn í amerikanska statinum Virginia leita í morgun eftir einum manni, sum hevur skotið átta fólk. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at onkur ringdi til eina løgreglustøð, tí at ein maður lá við vegjaðaran.
Tá ein løgreglumaður kom á staðið, hoyrdi hann fleiri skot. Seinni varð staðfest, at átta fólk vóru deyð av skotum, skrivar AP.
Drápsmaðurin hevur fjalt seg í einum skógi, har løgreglan nú leitar eftir honum.