Útsett á Svangaskarði

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá B68 nógvu tær seinastu ferðirnar.

26. apríl vitjaðu toftamenn í Fuglafirði, og tá noyddust teir til hús aftur við 3-2 tapi. Síðani hevur B68 spælt átta ferðir, uttan at teir hava verið sørir í úrtøku - fimm ferðir hevur talan verið um fulla úrtøku, og tríggjar ferðir hevur tað verið javnt.

Síðani heimasigurin á B68 hevur tað eisini hjá ÍF verið á góðari leið. ÍF hevur vunnið tvær ferðir, tríggjar ferðir hevur tað verið javnt, og tríggjar ferðir hevur ÍF einki fingið burturúr.

Fuglfirðingar koma á Svangaskarð við 3-0 heimasigri, sum teir mikukvøldið vunnu á AB.

Fyrsta bríkslið á Svangaskarði verður ikki klokkan 15, men klokkan 17. Tað er jarðarferð á Toftum í dag, og tað plagar ikki at verða spælt undir jarðarferð, veit b68.fo at siga.