Trýstið er á vertunum

Skála fyrireikar seg til lívið í næst bestu deildini, og tí er kravið til EB/Streym sera einfalt

EB/Streymur er liðið, sum liggur best fyri í kappingini um seinasta Europa League-plássið, og móti botnproppinum av Skála er kravið tí púrasta greitt ein sigur. Skála tykist í sínum lag vera í ferð við at fyrireika seg til eina tilverju millum tey næstbestu, men teir hava áður víst, at evnini og hugurin at spæla fótbólt eru í lagi, og tí er als ikki vist, at talan verður um serliga lætta uppgávu hjá heimaliðnum.

 

Hjá EB/Streymi verður Gert Hansen neyvan við aftur hetta kappingarárið, eftir at hann breyt fótin í dystinum móti AB. Hartil er Rógvi Egilstoft Nielsen ivasamur undan dystinum. Hjá Skála er Jákup Jacobsen og Poul N. Poulsen báðir á listanum yvir langtíðarskaddar spælarar, og teir spæla ikki aftur í ár. Hartil er Brian Jacobsen leikbannaður, meðan Pætur Dam Jacobsen hevur drigist við vøddaskaða og tí er nakað ivasamur.

 

Eins og í hinum dystunum verður fyrsta bríkslið við Margáir klokkan 15. Dagfinn Forná leiðir uppgerðina.