TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen, sum sá sínar menn spæla javnleik 1-1 ímóti Skála á heimavølli í Sørvági í dag.
Trygvi Mortensen iðrar seg um, at Skála slapp úr Vágum við einum stigi, tí hann heldur, at heimaliðið loyvdi Skála at koma inn aftur í dystin við at gera eitt býtt brotsspark.
Trygvi Mortensen er kortini væl nøgdur við spælið og hugburðin, og nú gleðir hann seg til at fáa eitt nýtt undirlag á vøllin vesturi í Sørvági. 07 Vestur skal nú spæla fýra útidystir á rað. Fyrsti heimadysturin verður aftur 3. juni. Hann verður ímóti HB.