Trygvi var nøgdur við pressspælið

NSÍ venjarin heldur, at heilivágurin hjá hansara monnum eigur at vera, at teir bara fokusera upp á eina avbjóðing í senn og ikki hugsa ov langt fram í tíðina

NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, var ovurfegin eftir, at tað endiliga eydnaðist at fáa fulla úrtøku móti HB, sum NSÍ tvær ferðir fyrr í ár hevur tapt ímóti.
- Vit ætlaðu at pressa teir frammi á vøllinum. Tað ætla vit hvørja ferð, tí teir trívast ikki undir sovornum trýsti. Men tað eydnast ikki altíð. Hesa ferð eydnaðist tað sera væl, og vit fingu dystin at myndast soleiðis, sum vit høvdu vónað og ætlað. Bara spell at vit ikki fingu fleiri mál, tí tað hevði verið heilt burtur við, um teir høvdu fingið stig burturúr, heldru Trygvi Mortensen.
Hann fegnast serliga um, at ferð rættuliga er komin á Christian Høgni Jacobsen, eftir at hann hevur stríðst við at koma fyri seg. Hann sleit krossbandið í fjør.
- Christian Høgni hevur verið sera miðvísur og treiskur. Tað er kanska ikki altíð so hugaligt at venja á vetri og í ikki serliga góðum líkindum. Tað hevur Christian Høgni gjørt, og nú vísti hann seg aftur at vera orduliga á toppinum. Tað fegnist eg um.
Hvussu verður nú?
- Úrslitið á Skála lagaði seg væl fyri okkum. Vit eru fýra stig frá teimum báðum fremstu. Vit skulu spæla móti B36 á heimavølli, og tað er hesa uppgávuna, sum vit hava fokus á. Tað verður nógv tosað og mett um vánirnar fyri hesum og hasum. Hjá okkum ræður um at halda okkum til næstu avbjóðingina, og hon er móti B36. Tann dystin gleða vit okkum til, sigur Trygvi Mortensen.
Christian Høgni Jacobsen hevði fingið gult kort fyrr í dystinum. Tá ið hann skoraði seinna málið, var hann so fegin, at hann rullaði troyggjuna upp um høvd. Tað tyktist sum um, at dómarin hevði hug at fara eftir gula kortinum. Sambært ásetingarnar skal spælari, sum letur seg úr troyggjuni í fagnaði yvir mál, síggja gult!. Um Christian Høgni hevði fingið gula kortið í hesum førinum, so hevði hann verið rikin av vøllinum, og so hevði hann ikki verið tøkur móti B36. Men hann slapp við skrekkinum - um hann í gleðisrúsinum legði til merkis, hvussu nær hann var einum gulum korti afturat!