Tveir lutir frustrera høvuðsvenjaran hjá AB, Trygva Mortensen aftaná 2-3 tapið ímóti ÍF á heimavølli. Tann fyrri er reyða kortið til Róa Danielsen, verjuskansa og liðskipara hjá AB, har Trygvi Mortensen ikki er samdur um, at Rói Danielsen var seinasti maður, tá Karl Løkin var feldur í brotsteiginum, og skuldi tí ikki fingið reyða kortið. Trygvi Mortensen vil illa verða Róa Danielsen fyri uttan, og hann vónar, at teir kunnu sleppa undan leikbannið til Róa Danielsen, tí talan var um eina skeiva avgerð.
Tað seinna, sum frustrerar Trygva Mortensen er, at hansara menn ikki fáa tillutað brotsspark, tá støðan er 3-2 til ÍF.
Nú sær Trygvi Mortensen fram til at fáa ein sterkari hóp við Símuni Hansen, Jobini Drangastein og Dioni Splidt o.ø. spælarum, og so verður full skrúva fram ímóti at yvirliva í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Trygva Mortensen aftaná 2-3 tapið hjá AB ímóti ÍF.