Fótbóltur
-Við Trygva sum hjálparvenjara og Jógvan Martini sum høvuðsvenjara meta vit, at vit hava eitt sera gott venjarapar, sum kann lyfta Formulahópin hjá Víkingi upp í toppin á føroyskum fótbólti. Somuleiðis meta vit, at Jógvan Martin og Trygvi kunnu veita hinum venjarunum í felagnum holla vegleiðing og góðan íblástur, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Formulanevndini hjá Víkingi, við heimasíðu felagsins.
Trygvi Mortensen hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur millum annað verið venjari og hjálparvenjari hjá fremstu liðunum hjá NSÍ, B68, EB/Streymi og KÍ.
Trygvi Mortensen sigur í stuttari viðmerking til heimasíðuna hjá Víkingi, at felagið er eit spennandi felag, ið byggir á sítt egna tilfeingi.
- Hetta er ein fótbóltsfilosofi, ið hóskar væl til mína egnu, eins og eg gleði meg til aftur at skulu arbeiða saman við Jógvan Martini, sigur Trygvi Mortensen.










