TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen, aftaná Trygvi hevði sæð sínar spælarar tapa 0-4 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík.
Trygvi Mortensen harmast, at teir hjá 07 Vestur lótu mál inn uppá deyðbóltar, tí teir høvdu prátað um hvussu vandamiklir NSÍ-spælararnir eru í deyðbóltsstøðum.
Tíðliga í dystinum hevði Ken Fagerberg skapt vandamiklar støður fyri 07 Vestur, men hann mátti tíðliga út við einum skaða. Trygvi Mortensen heldur, at tá versnaðu fyritreytirnar fyri einum góðum úrsliti munandi fyri 07 Vestur, sum eisini hevur aðrar spælarar uttanfyri við skaðum.