Trygvi fær góða hjálp

Gaardbo brøðurnir verða hjálparvenjarar í NSÍ

Í farna kappingarári hevði Trygvi Mortensen ábyrgdina av báðum teimum ovatsu liðunum á mannfólkasíðuni hjá NSÍ. Hetta var mest sum ov stórur biti, hildu bæði venjarin sjálvur og leiðslan í felagnum, og nú er greitt, at Trygvi Mortensen komandi ár fer at fáa hjálpt til venjarauppgávuna.

Eyðun Gaardbo og Oddfríður Gaardbo eru kend fótbóltsnøvn í Runavík. Inntil miðskeiðis í níti árunum vóru teir fastir menn í verjuni hjá NSÍ. Teir hava gjørt millum lítið og einki við fótbóltin tey síðstu árini, men nú er avgjørt, at teir báðir skulu hjálpa til við venjingini av teimum báðu ovastu liðunum í barndómsfelagnum.

Harvið ber til at siga, at NSÍ hevur loyst venjaraspurningin lokalt, tí høvuðsvenjarin hevur í mong ár spælt á liði saman við teimum báðu hjálparvenjarunum.

NSÍ ætlar at fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár stutt eftir ársskiftið. Einasti spælarin, sum kemur til felagið aðra staðni frá, er málverjin Rúni Joensen úr Gøtu, sum síðsta kappingarár spældi í Fuglafirði. Óli Hansen og Helgi Lamhauge Petersen eru fluttir úr NSÍ og til GÍ. Christian Høgni Jacobsen hevði eisini eina avtalu við GÍ, men nú hevur hann gjørt sáttmála við NSÍ fyri komandi kappingarár.