Tað var ein fegin høvuðsvenjari hjá NSÍ, Trygvi Mortensen, sum Rás2 fekk orðið á fyrr í dag. Serliga var tað fyrri hálvleikur, sum stóð sterkur í myndini hjá NSÍ, tá NSÍ á heimavølli við Løkin í Runavík vann 3-1 á B68, aftaná 3-0 leiðslu í fyrra hálvleiki.
Trygvi fegnast um, at hann gav gamla málrevinum, Christiani Høgna Jacobsen møguleikan, sum tók av við at skora tvey av málunum hjá NSÍ. - Eg veit hvat Christian Høgni stendur fyri, og valdi tí at geva honum møguleikan, slær Trygvi fast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Trygva Mortensen.