Oyggjaleikir: Ígjár royndi Trygvi Z. Laksáfoss seg í longdarlopi. Trygvi var framvegis darvaður av skaðanum í høgra beini, og tað gjørdi eisini sítt til, at tað ikki gekk eftir vild hjá Trygva ígjár.
Trygvi gjørdi sítt besta eftir umstøðunum, og leyp 5,74 metrar, sum sítt besta ígjár. Persónliga metið er 6,02 metrar, og áðrenn leikirnar hevði Trygvi, sum mál at betra sítt persónliga met.
Trygvi ætlar at venja nógv komandi árini, og hann satsar sterkt uppá oyggjaleikirnar á Jersey í 2015.
Ovast er ein ljóðsamrøða við Trygva.
(Mynd: renn.fo)