Í sambandi við at Føroyar hava góðtikið ES lond sum trygg lond at senda persónsupplýsingar til, hava Føroyar heitt á ES um tilsvarandi góðkenning av Føroyum. Samskift hevur verið um hesi viðurskifti síðani 2005, og nú er loksins komið á mál.
Av tí at Føroyar ikki eru partur av ES, verða Føroyar í ES høpi mett sum eitt triðjaland. Sambært ES lóggávu, er bert loyvi at flyta persónsupplýsingar til eitt triðjaland, um ES hevur góðkent landið sum trygt land í sambandi við viðger og flutning av persónsupplýsingum.
Avgerðin kemur í gildi tann 15. juni í ár, og fer at fáa týdning fyri eitt nú føroysku peningastovnarnar.










