Endaliga støðan gjørdist 3-0 til Føroyar.
Ásla Johannesen legði Føroyar á odda til 1-0 tá 16. minuttir vóru farnir.
Jensa Olsen økti um leiðsluna hjá føroyingum. Tað var longu ein minutt inn í 2. hálvleik, at Jensa Olsen skoraði til 2-0 til Føroyar. Jensa Olsen kom annars inn í hálvleikinum fyri Rúnu Jacobsen.
Arnborg Lervig legði síðani Føroyar á odda 3-0. 2. hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, tá Arnborg skoraði triðja málið hjá føroyingum.
Tað gjørdist tí ein tryggur 3-0 sigur til Føroyar.
Sum skilst vóru Føroyar væl við í dystinum. Tær høvdu fleiri góðar málmøguleikar, fleiri hornaspørk og eitt skot á stongina.
Bæði Lettland og Føroyar hava tapt hinar báðar dystirnar í bólkaspælinum, móti Hollandi og Serbia. Hetta var síðsti dysturin í bólkaspælinum og var tí ein beinleiðis botnuppgerð.
Føroyska liðið, sum byrjaði dystin, var: Lea Reginsdóttir - Katrina Akursmørk, Brynhild Haraldsen, Arnborg Lervig, Kára Jarnskor - Ásla Johannesen, Margunn Lindholm, Lív Arge, Hervør Olsen - Milja Simonsen, Rúna Jacobsen.










