Líkt er til at B68 megnar at fylgja við liðunum í oddinum í 1. deild hjá kvinnum. Liðið hevur nú tikið seg framum HB og vunnið seg uppá níggju stig saman við B36.
Liðið spældi á útivølli móti GÍ um vikuskiftið og vann ein sannførandi sigur. Úrslitið var 5-1, eftir at B68 hevði verið frammanfyri 2-0 við steðgin.
Helen á Lakjuni fekk tað fyrsta málið longu eftir tveir minuttir. B68 breyt ígjøgnum í høgru síðu og málverjin kom út ímóti leikaranum, sum ístaðin legði bóltin innfyri til Helen, sum hevði opið mál og bara skuldi skjóta bóltin inn.
Løtu seinni økti Linda Joensen. Hon fekk eina fríspæling frá miðvøllinum, og hon økti til hálvleiksstøðuna 2-0.
Fleiri mál og reytt kort
Eftir steðgin helt B68 á, har tær sleptu. Irdi Hansen skoraði tvey mál uppí slag, og báðu ferð slapp hon frá veruni og var leys móti málinum. Seinasta málið skoraði Mary-Ann Isaksen.
Judy Justinussen pyntaði um úrslitið, tá hon skoraði fyri Gí til 5-1, men løtu seinni fekk hon sítt seinna gula kort og harvið tað reyða kortið, eftir at hon hevði sagt eitthvørt við dómaran. Hon fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki, men hon visti ikki av hesum sjálv, tí hon vendi ryggin til dómaran, tá hann hevði tað á lofti.
Eingin ivi var tó um vinnaran av dystinum, og enn heldur kvinnuliðið hjá B68 tørn í landskappingini.
GÍ - B68 1-5 (0-2)
1-0: Helen á Lakjuni
2-0: Linda Joensen
3-0: Irdi Hansen
4-0: Irdi Hansen
5-0: Mary-Ann Isaksen
5-1: Judy Justinussen










