Tryggur Neista-sigur

VÍF hevur higar til havt ilt við at standa seg í bestu deildini, og aftur í dag vóru trupulleikarnir sjónligir.

Aftur hesa ferð bragdaði annars í løtum av dystinum, men útfallini vóru samstundis ov stór, og um miðjan fyrra hálvleik brúkti Neistin hetta til veruliga at stinga av.

Munurin gjørdist tá somikið stórur, at eingin vend var at finna hjá VÍF.

Besti málskjúttin hjá Neistanum var Katrin á Neystabø við 10 málum. Liljan Djurhuus skeyt 7 av málunum hjá VÍF.

 

Neistin-VÍF 35-24 (22-13)