Róaldur Jacobsen gjørdist tvífaldur málskjútti í 3-0 B36 sigrinum í Sørvági. Tað var einki at rafla um, tá ið B36 seint seinnapartin vitjaði í Sørvági.
B36 vann tryggan 3-0 sigur. Síðsta málið skoraði miðvallarin Róaldur Jacobsen, tá ið hann eftir uppspæl í vinstru við rimmar langskoti sendi bóltin í málið.
Harvið gjørdist Róaldur tvífaldur málskjútti. Hann setti hol á beinanvegin, tá ið hann eftir verjukiks setti bóltin framvið Hans Jørgensen í 07 Vestur málinum.
Vinstri vongverjin Símun Joensen økti um leiðsluna til 2-0, tá ið ein lítil tími var farin. Við fremra stólpan stýrdi Símun bóltin í málið eftir flatt hornasparksinnlegg úr høgru frá miðvallaranum Súna Olsen.
---------
65 min.: 0-2
Miðskeiðis í 2. hálvleiki er støðan á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur hevur vitjan av B36, 2-0 til gestirnar.
2-0 málið skoraði vinstri vongverjin Símun Joensen, tá ið ein lítil tími var farin.
Súni Olsen legði flatt horna innfyri úr høgru, og við nærra stólpan stýrdi Símun Joensen í málið aftanfyri Hans Jørgensen.
07 Vestur royndi at leggja trýst á fyrstu løtuna eftir hvíldina, men í løtuni er tað einki, sum bendir á, at heimaliðið fer at megna at vinna úrtøku.
-----------
Fjórði landskappingardysturin í fyrsta umfari er í løtuni á Dungasandi í Sørvági, har fyrsta bríkslið millum 07 Vestur og B36 var klokkan 17.
Tríggjar minuttir seinni legði B36 seg framum. Málskjútti var miðvallarin Róaldur Jacobsen, sum gjørdist púra leysur eftir kiksaða 07 Vestur afturlegging.
07 Vestur royndi at stríða seg upp í part aftur eftir skjóta B36 málið, men sum tíðin er liðin, so hevur B36 fingið betri tak á tí, og eitt nú hava gestirnir havt bóltin á stólpanum.