Partaeigararnir á Hotel Hafnia, Johan M. Restorff, MC Restorff og Martin Restorff, stjórin, siga allir, at teir kenna seg heilt tryggar við nýggju eigararnar av hotellinum.
Hotellið verður koyrt í sama anda sum higartil, og kundarnir koma ikki at merkja nakran mun.
Teir siga, at tað var eitt ynski frá nýggju eigarunum, at starvsfólkið skuldi halda áfram.
Einasti munur verður, at ongin av Restorff familjuni verður har eftir 1. januar 2005. Johan hevur verið í føstum starvi á hotellinum síðan 1960, MC síðan 1972 og Martin síðan 2002.