Tryggingin flytir til Sandavágs

Tryggingarfelagið Føroyar hevur keypt bygningin hjá Føroya Sparikassa í Sandavági og flytir virksemið sítt úr Miðvági til Sandavágs

Tryggingarfelagið Føroyar fer at flyta til Sandavágs um ein góðan mánað. Felagið hevur keypt sparikassabygningin í Sandavági og yvirtekur hann 15. apríl.
Avtlan millum Førya Sparikassa og Tryggingarfelagið Føroyar varð udnirskrivað fyrapartin týsdagin, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Trygingarfelagnum Føroyar. Hann vil ikki upplýsa keypsprísin.
Tryggingarfelagið hevur eina tíð leitað eftir egnaðum hølum í Vágum, tí hølini, felagið helt til í í Miðvági, nøktaðu ikki tørvin, sigur hann. Nú hava tey funnið ein sera væl egnaðan bygning, og hann er so keyptur og flutt verður sum skjótast.
Tað arbeiða tvey fólk soleiðis umleið trýkvart tíð hvør á tryggingini í vágum. Tey flyta við til Sandavágs.