Tryggingarfelagið Føroyar – Umboðsráðsvalið

Jonhard Eliasen
.....
Eri uppstillaður til um­boðs­ráðsvalið, sum nú fer fram. Mál, ið eg meti hava stóran týdning, og sum eg vildi ynskt at Umboðsráðið tók upp til viðgerðar í komandi tíðum, eru:
1. Fastognarfígging: Láns­kostnaðurin eigur at verða kappingarførur við kostnaðin í Danmark.
2. Greiður skilnaður má skip­­ast millum ymsu virk­is­­­økini í TF-sam­tak­inum.
---

Kundin eigur TF og harvið røð av fyritøkum í samtakinum, sum takast við trygging, røkt av eftirlønaruppsparing, banka­virksemi og ‘corporate finance’.
Sum kundi og eigari havi eg áhuga í lágum og rímil­igum kostnaði í sam­bandi við t.d. tryggingar, lán og bankatænastur. Havi ikki grundir til at fegnast um stór yvirskot hjá samtakinum, tí hetta er tekin um, at í so ríki­ligt verður goldið av okkum kundum til felagið. Ella at innlánarin fær í minna lagi fyri uppsparing sína.
Hinvegin hava vit kund­ar samstundis áhuga í, at feløgini í samtakinum bera seg, og at tey hava kapital­grundarlag, sum krevst fyri at standa í móti tapi við, tá ið illa vil til. Ein rímiligari javnvág má fáast í lag millum tað, ið krevst til mótstøðuføri og árligt avkast.

Kappingarfør fastognarfígging
Leiðslurnar í peningastovn­um okkara hava í fleiri um­førum ført fram, at føroyski fíggjarmarknaðurin er sam­anrunnin við tann danska. Hetta kann m.a. sigast um tøkniliga undirstøðukervið. Serliga eftir at peninga­stovn­ar okkara fluttu KT-skipanir sínar úr Føroyum til danska fyritøku at reka. Í øðrum førum er torført at síggja, at føroyska fíggjarkervið er samanrunnið við tað danska. Greitt dømi um hetta er kost­naðurin av fast­ognar­fígg­ing.
Vanligt sethúsalán frá Eik við panti í ogn innanfyri 80%’s virði verður renta við meiri enn 4% árliga (ÁKP). Hetta svarar til meira enn tvífaldaðan kostnað, sum danskir lántakarar rinda í rentu og ‘bidragi’ fyri real­kredittlán við eitt ára rentu­skeiði. Afturat hes­um kemur, at føroysku pen­inga­stovnarnir við vanligu set­húsalánum sínum til eina og hvørja tíð kunnu broyta rentutreytirnar. Talan er dag-til-dag rentu. Stytsta rentuskeiðið í Dan­mark í sambandi við real­kredittfígging er 1 ár.
Tilsvarandi meirkostn­aður ger seg galdandi í sam­bandi við virkis­bygn­ingar. Hetta er í øllum førum mín fatan út frá tí, eg havi fingið kunn­ing um frá ymsum fyri­tøkum.
Stóri meirkostnaðurin hjá føroyska lántakaranum í mun til tann danska er ikki nýtt fyribrygdi. Hetta hevur verið skilið í áratíggju.
‘Bidragið’, sum Eik tekur frá kundum sínum í sambandi við realkreditfígging er eisini munandi hægri í Føroyum enn í Danmark. Hetta gjald­ið tykist vera alt ov høgt í mun til tað, ið krevst til um­sitingina av hesum lánum og til tað, ið stendst av tapum.
Tað átti at verið greitt mál hjá TF-samtakinum og EIK, at fíggingarviðurskiftini í Føroyum vóru kappingarfør við tey í Danmark.

Greiðari skilnaður millum ymsu virkisøkini í TF-samtakinum
Virkisøkini í TF-samtakinum eru skipað í ymsar løg­frøði­ligar eindir. Alt gott um hetta.
Men dømi eru um, at per­sónar ganga aftur í leiðslu og nevnd hjá fleiri av hesum feløgum. Hetta kann vera óheppið.
Er tað nakað, lond hava lært av fíggjarkreppuni, sum nú hevur herjað, so er tað at tryggjað greið skott mill­um ymsu virkisøkini hjá fíggjar­fyritøkum. Eisini at ansa eftir, at persónar ikki koma í tvístøðu, við at teir luttaka í stjórn og nevnd hjá ymsum dóttirfeløgum hjá fíggjarligum holding-felag.
Hendan læran er eisini viðkomandi her hjá okkum. Dømi um hetta er sambandið millum Eik-grunnin, sum nú er farin í søguna, og Eik-bankan. Tilsvarandi dømi finnast eisini í Danmark, har long røð av rættarmálum seinastu tíðina eru farin fram, og sum m.a. snúgva seg um manning av leiðslu í sparikassagrunnum við til­knýti til peningastovn.