Tryggingarfelagið Føroyar minkar deildarnetið og starvsfólkatalið.
Hesum boðar felagið frá í morgun.
Tryggingarfelagið Føroyar ynskir at lækka rakstrarkostnaðin hjá felagnum. Hetta fyri at betra um kappingarførið við framtíðini í huga. Felagið hevur sett príslækkingar í verk, og vil ein kostnaðarsparing geva møguleika fyri møguligum framtíðar príslækkingum. Henda príslækking kemur kundanum til góðar og setur hann og hansara tørv í miðdepilin. Lægri prísir seta krøv til lægri rakstrarkostnað. Avgerð er tí tikin um, at deildarnetið og starvsfólkatalið minka, sigur Tryggingarfelagið Føroyar.
Í stuttum kann sigast, at avgjørt er at minka deildarnetið við tveimum deildum. Talan er um deildirnar í Sandavági og í Vági. Deildin í Vági hevur verið stongd vegna umvæling nakrar mánaðir, og letur ikki uppaftur. Deildin í Sandavági steingir í dag. Harumframt verða aðrar rakstrar- og umsitingardeildir minkaðar við nøkrum starvsfólkum.
Tær deildir, sum framvegis verða opnar eru deildirnar á Tvøroyri, í Saltangará og í Klaksvík, umframt høvuðsdeildin í Tórshavn.
Avgjørt er at niðurleggja tað, sum svarar til átta fulltíðarstørv. níggju fólk verða loyst úr starvi.
Nøkur starvsfólk eru eisini seinasta árið farin úr starvi, uttan at nakar er settur í staðin.
Tey, sum nú fara úr starvi, verða hjálpt víðari so væl sum gjørligt.
Tað er altíð harmiligt at fremja slíkar broytingar og at siga dugnaligum starvsfólkum úr starvi, men vit eru noydd at laga okkum til framtíðar avbjóðingar og tann veruleika, at verandi bygnaður og starvsfólkatal er vorðið ov kostnaðarmikið. Ábyrgdin hjá okkum er, at felagið altíð verður rikið so skynsamt sum gjørligt, sigur Regin Hammer, forstjóri.