Bergur P. Dam
Næstformaður í Javnaðarflokkinum
Serliga vónsvikin tóktust fólkafloksumboðini at vera – tað var jú Fólkaflokkurin, ið misti borgarstjórasessin á stokkinum. Og vit – tað nógv umrødda baklandið – frættu, at onkur fólkafloksmaður mótvegis løgmanni hevði hug at leinkja hendingarnar rundan um býráðssamgonguna saman við landsstýrissamstarvinum.
Tó gjørdist endin, at semja varð um at halda skilna ímillum býráðs- og landsstýrissamgongurnar. Allir partar ásannaðu, at ongin hevði gagn av at tvinna hesar saman. Tí bleiv heldur ikki orðadrátturin so ógvusligur – eftir at frustrasjónirnar vórðu luftaðar, fjaraði av aftur.
Soleiðis kunnu vit siga, at ein útgangur var. Men nøkur avtala bleiv ikki gjørd – vit hoyrdu ikki um hana tá, og Lisbeth Petersen ásannaði í útvarpinum í gjárkvøldi, at “avtalan” var hennara uppfatan av útganginum.
Nú kunnu sambandstopparnir sjálvsagt siga, at eg ikki havi sitið á økslini á løgmanni og tískil ikki kann vita, hvat er sagt í einhvørji samrøðu.
Og tað er rætt. Men tó tosaði eg regluliga við hann um støðuna – eisini um vandan fyri at málini blivu tvinnað saman. Ongantíð lá annað á ljóði, enn at samgongupartarnir máttu sannførast um at halda tingini frá hvørjum øðrum.
Undirmeta løgmann og almenning
Tá samanum kemur er uppáhald sambandsformansins ein ógvuslig undirmeting av løgmanni. Í roynd og veru vil Kaj Leo Johannesen vera við, at løgmaður skal hava gjørt eina avtalu, har hann skal áleggja limi í Javnaðarflokkinum at umboða annan flokk.
Umframt at stríða ímóti stýrisskipanarlógini hevði ein slík avtala verið politiskt sjálvmorð. Av røttum hevði hann tá – við brestin – verið koyrdur frá sum floksformaður.
Í útivið tvey áratíggju hevur Jóannes Eidesgaard staðið frammaliga á politiska pallinum. Hóast mong eru ósamd við honum, havi eg ongan hoyrt siga, at hann ikki dugir politisku spælireglurnar. Bara tað útihýsir sannlíkið fyri, at hann skal hava gjørt eina so ómøguliga avtalu. Uppáhaldið er horribult.
Hetta vita fólk, og tí er tað eisini ein undirmeting av almenninginum, tá sambandstoppurin nú roynir at krøkja løgmann upp í hesa sjálvuppfunnu avtalu.
Sambandskt avtalulív
Vanliga áleggja semjur, avtalur og samstarv øllum pørtum skyldur og rættindi.
Tað merkir so eisini, at tá partarnir eftir býráðsvalið semjast um at halda býráðs- og landsstýrissamstarvið frá hvørjum øðrum, skulu allir partar medvirka til, at støðan ikki læsir seg fasta. Allir partar mugu ansa eftir ikki at framprovokera eina konfrontasjón.
Um sambandsformaðurin heldur, at hann er friðhalgaður og ikki nýtist at taka atlit fyri samstarvsfeløgum sínum, kann endin lætt gerast ein fløkja, har eisini gomul sár kunnu skrædna uppaftur.
Og ymiskt bendir á, at hetta er hugburður sambandsformansins. Nú høvi beyðst, leyp hann beint útí – við samlaðum beinum og blundandi leyp hann beint á bláman. Og fekk ta konflikt, sum annars so lættliga kundi verið sloppið undan.
Samstundis sum hann tosar um gott samstarv og at liva upp til avtalur, hevur sambandsformaðurin ongan trupulleika av at tann, ið skrivaði undir samgonguskjalið, nú er uttan fyri samgonguna, men tó framvegis tinglimur fyri Sambandsflokkin. Tað hongur ikki saman.
So, tað kundi heldur verið Javnaðarflokkurin, sum brast við hurðum og rópti hart um avtalubrot. Tað er ikki altíð stuttligt at síggja ein samstarvpartnarar skjóta seg í fótin – aftur og aftur og umaftur.