Tryggari vegur í Kollafirði

Sum dømi um væleydnað ferðsluátak nevnir Landsverk arbeiðið, sum er gjørt við Sjógv í Kollafirði

 

Tað er hálvtannað ár síðani, at Landsverk dagførdi vegastrekki við Sjógv í Kollafirði. Endamálið var at kanalisera vegamótið og at gera eina vinstrasnaringarbreyt til bilarnar, sum koyra eystureftir, og sum skula snara inn til bygdina.

 

Á hesum vegamóti hava fleiri ferðsluóhapp verið skrásett fyrr. Landsverk vísir á, at í einum fimm-ára tíðarskeiði undan broytingini vóru níggju ferðsluóhapp skrásett á vegastrekkinum, og 22 bilar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt á strekkinum.

 

Fyri at kanalisera vegamótið vórðu ferðsluoyggir gjørdar, og hartil varð hámarksferðin sett niður til 60 km/t.

 

Hálvtannað er liðið, síðani arbeiðið at dagføra vegastrekkið varð liðugt, og síðani eru eingi óhapp á hesum stað skrásett hjá løgregluni, skrivar Landsverk á ársfrágreiðing sínari.