Tryggari tinglýsing

Skeyti og veðbrøv kunnu ikki longur tinglýsast, uttan at p-tøl ella v-tøl hjá eigara ella veðsetara eru upplýst.

Henda broyting í tinglýsingarlógini kom í gildi á nýggjárinum, og tí hevur Umhvørvisstovan broytt mannagongdirnar í sambandi við innlit í tinglýsingarskjøl.

Um ein borgari vil hava avrit av tinglýsingarskjølum, syrgir starvsfólk á tinglýsingini fyri at strika øll p-tøl, sum standa í tinglýstu skjølunum.

Av tí sama ber heldur ikki longur til hjá fólki sjálvum at leita frumskjølini fram í tinglýsingarsavninum. Hetta er eisini fyri at tryggja, at p-tøl ikki verða latin óviðkomandi.

Stjórin á Umhvørvisstovuni, Petur Nielsen, leggur áherðslu á, at n

– Neyðugt er, at trygdin kring skjalagoymsluna hjá tinglýsingini verður ment í tráð við nútíðar krøv, sigur stjórin á Umhvørvisstovuni, Petur Nielsen.

– Somuleiðis er rættartrygdin hjá borgaranum styrkt munandi, nú p-talið verður kravt, tí hetta tryggjar eitt nú, at bland ikki kemur í.