Fyri tann, sum koyrir á motorsúkklu, er sera umráðandi, at útbúnaðurin er á hægsta støði, hvat dygd viðvíkur.
Vit prenta her nøkur góð ráð frá Búgva Apol, verkfrøðingi, sum er deildarleiðari á Sýnsdeildini hjá Akstovuni. Hann skrivar millum annað:<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Klæðini
Hóast leðurjakkin kanska hevur ein symbolskan týdning, er hann samstundis eitt funktionelt plagg, ið umframt at verja ímóti kulda, eisini verjir kroppin ímóti asfalt-eksemi, um óhappið skuldi hent. Leðurklæðir hava altíð verið nýtt í sambandi við mc-koyring, kanska serliga motorítrótt.
Umframt at vera vindtætt, er leðrið eisini sera slitsterkt. Hetta merkir, at hóast tú skuldi farið sendandi ein túr eftir asfaltinum, so er leðrið framvegis millum tey klædnapløgg, ið best tola eina slíka viðferð, uttan at hol kemur á.
Draktirnar, sum fáast í dag, eru væl útgjørdar við sokallaðum protektorum ella verjum.
Hetta eru plast-skálir, ið eru innbygdar í draktina, og sum sita á serliga útsettum støðum, eitt nú knøum, herðum og albogum. Eisini kann ryggverja vera innbygd í draktina. Endamálið við hesari vernd er at verja beinagrindina, serstakliga liðirnar, ímóti stoyti.
Hóast ein road-racing leðurdrakt helst er tann tryggasta útgerðin at koyra í, hevur hon sínar avmarkingar.
Hon er ikki vatntøtt og harumframt er hon sniðgivin soleiðis, at hon skal passa perfekt, tá ið tú situr á súkkluni. Tískil er hon ikki serliga góð at vera í, tá tú fert av súkkluni. Heldur ikki hevur tú møguleika at lata teg úr einum parti av draktini av tí, at hon er í einum stykki.
Í staðin kanst tú taka eina tvídeilda drakt, ið verður samlað um miðjuna við einum snarlási, soleiðis at til ber bert at lata teg úr bert øðrum partinum. Tvídeilda draktin hevur somu trygd sum heildraktin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gore-Tex
Í dag fáast vatntøtt klæðir, ið næstan kunnu sammetast við leðurklæðini í slitstyrki: Gore-Tex klæðini eru vatntøtt, men kunnu anda.
Navnið Gore-Tex kemur av membraninum í klæðnum. Hesin membranur er soleiðis háttaður, at hann bert er tættur annan vegin. Tað vil siga, at vatn kann ikki koma inn í klæðini, men tó sleppur sveitti út.
Uttaná eru hesi klæðir gjørd úr sokallaðum Cordura, ið er eitt sera sterkt tekstil-evni. Eisini kunnu hesi klæðir vera styrkt við Kevlar, sum er eitt av heimsins sterkastu trevjum.
Gore-Tex klæðini fáast eisini við innbygdum verjum.
Sostatt eru hesi klæðir bæði sterk og vatntøtt og kunnu nýtast til mc-koyring í øllum veðri.
Í mun til road-racing draktina eru hesi klæðir gjørd so mikið víð, at tú kanst hava vanlig klæðir innanfyri. Vansin við, at klæðini ikki sita eins tætt at kroppinum og leðurdraktin er, at tey kunnu hava lyndi til at flagsa, tá ið koyrt verður við høgari ferð. Vandi er eisini fyri, at verjurnar ikki sita nóg fast í víðu klæðunum, tá óhapp hendir.
Eisini kann Gore-Tex membranurin, ið er sera tunnur, skrædna, soleiðis at klæðini fara at leka.
Hvat skalt tú velja
Skalt tú koyra í øllum veðri, er lítið at ivast um, at Gore-Tex klæðini er tann besta loysnin.
Sama hvørji klæðir tú velur, er tað skilagott eisini at fáa sær eina verju til ryggin at hava innanfyri jakkan.
Harðar verjur eru tryggari enn tær bleytu, ið til dømis kunnu vera av skúmgummi. Tí er best, at ryggverjan hevur verjustykkir úr hørðum plastikki ella líknandi.
Stivlar og handskar
Tá ið hendurnar eru serliga útsettar í sambandi við óhapp, er tað skilagott at keypa handskar, ið eru serliga styrktir á knúgvum og á handabakinum.
Sjálvt um nógv merkir reypa um vatntættleika, vísa royndirnar, at hetta ofta knípir, um tú keypir bíliga.
Vil tú tryggja tær eitt nú tættar stivlar, skalt tú taka einar úr teimum høgu prísklassunum. Hetta loysir seg í seinasta enda.
Hjálmur
Tá ið um tryggleika ræður, er heilhjálmurin tann tryggasti.
Um vit hyggja at uttasta skalinum á hjálminum, so kann hetta vera gjørt úr heilstoyptum plasttilfari, sokallaðum termoplasti, ella onkrum slagi av trevju-styrktum plasttilfari. Vanliga eru teir bíligu hjálmarnir gjørdir úr termoplasti og teir dýraru eru úr trevjutilfari.
Fyrimunurin við fipurstyrktum plasti er,at hetta ikki kann brotna í fleiri partar. Sjálvt um brot kemur á skalið, vil hetta altíð hanga saman í trevjunum. Tí má hetta tilfar roknast fyri at vera tryggari enn termoplasti. Eisini eru trevju-hjálmarnir, serstakliga kolfipur, oftast lættari enn termoplasthjálmarnir.
Hetta skal tó ikki skiljast sum, at termoplast-hjálmurin ikki er tryggur.
Allir hjálmar, ið eru á marknaðinum í dag, skulu nevniliga vera góðkendir eftir ávísum trygdarreglum. Fyri at fáa góðkenning skulu teir ígjøgnum fleiri ymiskar royndir fyri at kanna, um teir eru nóg tryggir.
Tað er týdningarmikið, at hjálmurin situr væl á høvdinum. Hann má hvørki vera ov leysur ella ov fastur, men sita so passaliga, at tú ikki fært ampa av honum.
At keypa hjálm, kann næstan samanberast við at keypa skógvar.
Tað ger tí einki, um hjálmurin er eitt sindur trongur, tá hann er nýggjur. Við tíðini lagar hann seg til høvuðskapið, og tá má hann ikki gerast ov víður.
Samanumtikið kann sigast, at bæði viðvíkjandi trygd og hentleika er best at keypa útbúnað av tí dýrara slagnum til motorsúkklu koyring.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$