Trygdin á Mærsk-pallunum skal kannast

Eftir tær álvarssomu atfinningarnar frá teimum, sum arbeiða á oljupallunum hjá Mærsk í Norðsjónum, hava myndugleikarnir gjørt av at kanna viðurskiftini

Tað er sjálvur vinnumálaráðharrin, Bendt Bendtsen, sum hevur tikið avgerð um at kanna trygdina á oljupallunum hjá Mærsk.
Bendt Bendtsen sigur, at trygdin á teimum donsku olju- og gasspallunum í Norðsjónum skal vera í lagi, og at tað er umráðandi at kanna viðurskiftini til botns alt fyri eitt.
Hann hevur tí gjørt av at skipa so fyri, at trygdarviðurskiftini verða kannað beinanvegin. Ráðharrin leggur dent á, at talan er um eina óvilduga kanning, og tí er kenda norska felagið Det Norske Veritas biðið um at gera kanningina.
Felagið skal kanna allar atfinningarnar, sum arbeiðsfólk á pallunum hjá Mærsk eru komin við.
Kanningin skal verða liðug um tveir ella tríggjar mánaðir, og úrslitið verður avgerandi fyri, um myndugleikarnir fara at taka onnur stig, sigur Bendt Bendtsen, vinnumálaráðharri.
Tey, sum arbeiða á pallunum hjá Mærsk í Norðsjónum, hava m. a. víst á, at viðlíkahald er at kalla einki, og at felagið støðust gevur boð um at økja framleiðsluna, hóast pallarnir eru gamlir og illa farnir orsakað av tí vantandi viðlíkahaldinum.