- Tað er hent meira enn einaferð, at sjúklingar eru deyðir, tí teir ikki beinanvegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráðsjúku ella eftir vanlukkutilburð. Tað sigur Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum, í samrøðu við Sosialin ídag.
Tummas í Garði mælir til at savna alla serviðgerð á Landssjúkrahúsinum og í staðin umskipa sjúkrahúsini í Suðuroy og Klaksvík til heilsudeplar.
Fyrrverandi læknastjórin harmast um, at hvørki Heilsumálaráðið ella politiska skipanin í síni heild hava rygg til at fermja neyðugar nýskipanir innan sjúkrahúsverkið.
Tummas í Garði er sannførdur um, at sjúkrahúsini skulu hava eina felags leiðslu. Og eisini eftirlýsir fyrrverandi læknastjórin eitt greitt uppgávubýti millum sjúkrahúsini.
- Vit síggja ofta eitt øvugt valdsbýti innan sjúkrahúsleiðslu í Føroyum, og tað er serliga galdandi fyri tey smáu sjúkrahúsini. Tað er ikki stjórin, ið ræður, og so slettis ikki Heilsumálaráðið, men einstakir yvirlæknar, sigur Tummas í Garði.
Sambært Tummas í Garði er orsøkin heilt einfalt, at tað er so ringt at fáa serlæknar til yvirlæknastørvini. Tí gera sjúkrahúsleiðslurnar alt fyri at fáa fatur á einum yvirlækna.
- Tað, sum gongur fyri seg nú, við ongari samskipan av virkseminum og høpisleysum dupultfunktiónum kann ikki halda fram, sigur Tummas í Garði..
Sambært fyrrverandi læknastjóranum er tað hent meira enn einaferð, at sjúklingar eru deyðir, tí teir ikki beinanvegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráðsjúku ella eftir vanlukkutilburð.
Tummas í Garði mælir til at savna alla serviðgerð á Landssjúkrahúsinum og í staðin umskipa sjúkrahúsini í Suðuroy og Klaksvík til heilsudeplar.
Játtanin til tey trý sjúkrahúsini er í ár tilsamans 500 milliónir krónur.
Í Sosialinum í dag er stórt tema um sjúkrahúsini. Les millum annað samrøður við Tummas í Garði, Jákup Petersen, Hera Ellingsgaard, Ronnie Midjord og Karsten Hansen.
Til ber eisini at keypa Sosialin online við at TRÝSTA HER.