Tilbúgving
Tað er ein stórur trupulleiki, at vit toku trygdina frá suðuroyingum síðstu nátt. Men vit mugu eisini hugsað um trygdina hjá Smyrli.
Tað kemur ikki óvart á Kristian Davidsen, stjóra á Strandferðsluni, at suðuroyingar gera vart við seg, nú Smyril varð lagdur í Havn, nú hann boðaði frá ódn síðstu nátt.
Ein, sum ikki ætlar at lata tað fara afturvið borðinum, at suðuroyingar mistu trygdina, nú boðað varð frá ódn síðstu nátt, er borgarstjórin á Tvøroyri
Kristian Davidsen ásannar, at tað er stak óheppið, at Smyril varð lagdur í Havn, tá ið boðað varð frá ódn síðstu nátt, tí skuldi ein neyðstøða tikið seg upp, var Smyril ikki tøkur at hjálpa.
Men hann staðfestir eisini, at tey mugu eisini hugsa um trygdina hjá skipinum sjálvum.
Skiparin metti ikki, at tað var nóg trygt hjá Smyrli at liggja í nýggju ferjuleguni í Suðuroy í slíkum líkindum, sum vóru væntandi síðstu nátt og tí gjørdi hann av at leggja skipið í Havn ístaðin, sigur Kristian Davidsen.
Skiparin stúrdi fyri, at hann fór at slíta, leggur hann afturat.
Sum stjórin á Strandferðsluni hevur skilt tað, er metingin tann, at molin í ferjuleguni er ov stuttur til, at skipið kann liggja trygt í líkindum sum teimum, sum vóru væntandi síðstu nátt.
Metingarnar siga, at molin skuldi verið einar 20-30 metrar longur fyri at fáa havnina nóg trygga til veður sum tað, ið var væntandi síðstu nátt, leggur hann afturat.
Røtt avgerð av skiparanum á Smyrli
Skiparin á Smyrli tók eina rætta avgerð, tá ið hann gjørdi av at leggja Smyril í Havn síðstu nátt.
Tað sigur ein royndur skipari í Suðuroy, sum vit hava tosað við, men sum kortini ikki vil leggja navn til.
Hann sigur, at tá ið slíkur stormur er, sum tað var væntandi síðstu nátt, liggur Smyril ikki gott á Krambatanga, tí tað glaðar so ógvusliga, at vandi er fyri, at hann slítur og so kann tað gerast ein galin endi.
Hann sigur, at varð tann ódnin, sum væntandi var, kann heldur ikki Smyril gera nakað, hóast hann er stórur.
Smyril kann kanska sigla ímillum, men hann kann ikki manøvrera trygt inni í eini havn og so ber heldur ikki til at sigla, tí skip og manning kunnu ikki setast í vanda heldur.
Fær hann eina hvirlu av teirri styrki, sum var væntandi, munar heldur ikki maskinkraftin hjá Smyrli nóg mikið til at hann kann manøvrera trygt inni í eini havn.
Eitt er at veita hjálp. Men tann, sum veitir hjálp, má heldur ikki seta seg sjálvan og síni í vanda. Hendir eisiin nakað við hjálparanum, er onki vunnið, tí so er skaðin uppaftur størri.
Ódnir sum hesar, ið vóru fráboðaðar í nátt, eru tívetur sjáldsamar og tað er onki at gera enn at góðtaka tær og at hava virðing fyri teimum og sostatt eisini at laga sítt virksemi eftir teimum.
Skiparin vísir eisini á, at vit hava verulig bjargingarskiparskip, eitt nú Tjaldrið og Brimil, sum eru smíðað til endamálið og hjá teimum er lættari at manøvrera í ólíkindum enn hjá einum stórum ferðamannaskipi sum Smyrli.