Trygdartiltøk gjørd á landsvegin norðanvert Sandavág

Norðanvert Sandavág verður í hesum døgum arbeitt við at breiðka landsvegin. Vegurin verður breiðkaður, soleiðis at tað verða tríggir banar á einum stuttum strekki, so skulu oyggar gerast á miðjuna, fyri at tað skal verða tryggari, tá bilar skulu av landsvegnum.

Arbeiðið hevur gingið væl, ætlanin var at fáa asfalt lagt á komandi týsdag, men av tí at teir, sum fáast við asfalt, hava so nógv um at vera í løtuni, so verður asfaltarbeiðið ikki gjørt fyrrenn fyrst í komandi ári.

Tað er Landsverk, sum stendur fyri arbeiðinum.