Trygdarskeiðið í Klaksvík útbyggjast

Nú skal skeið í eldsløkking eisini verða í Klaksvík

Farið verður nú undir at útbyggja trygdarskeiðini í Klaksvík.

Arbeiðið verður boðið út í bløðunum í dag.

Jón Berth Jacobsen, leiðari á sjóvinnufyrisitingini, sigur, at talan er um skeiðini, sum hava tilknýti til sjómansskúlan.

Kommunan hevur nýliga boðið út arbeiðið at gera eina atløgubryggju uppá 35 metrar til sama endamál.

Arbeiðið, sum nú er boðið út, er at ein bygningur uppá 100 fermetrar á bryggjuni, umframt at davidar skulu gerast og onnur útgerð setast upp.

M.a. skal eitt stykkið planerast til venjing í eldsløkking.

Í dag næmingar á sjómansskúlanum, og sjómenn á skeiði í Klaksvík, verið noyddir at fara suður við Áir á skeið í eldsløkking, men nú er ætlanin at savna alt á einum stað.

Miðað verður ímóti at arbeiðið skal verða liðugt fyrst í komandi ári.

Skúlin við Áir fer at halda fram sum vanligt- men nú verða næmingarnir heldur færri.